Kirkjan er givin at ringja við klokkuni, kirkjufólkið fingið dagsins orð serverað, og flestu okkara sita mett og væl sett millum familjulimir í ymsum aldri.
Men hóast hetta er galdandi fyri fleirtalið í Føroyum, so eru tað rættiliga nógv, ið sita einsamøll í dag. Hesi sótu eisini einsamøll Langa Fríggjadag og Skírishósdag og fara væntandi eisini at sita einsamøll í morgin, 2. páskadag.
Í Degi og viku var herfyri innslag um, at innlendismálaráðið hevur fingið álit um integratión í Føroyum.
Sjónvarpsverturin/-vertinnan boðaði frá, at tað eru út ímóti 900 útlendingar í Føroyum.
Eg kenni ikki býtið – eg veit ikki, um tey eru komin í pørum, ella um flestu teirra eru einsamøll. Men við tí lóggávu sum vit hava á økinum, so er væntandi, at tey eru einsamøll – fullkomiliga einsamøll. Familjusameining krevur fleiri ára bíðitíð, ikki minst av fíggjarligum orsøkum. Tann, ið skal familjusameinast, sleppur ikki at arbeiða, meðan umsóknin verður viðgjørd. Viðkomandi, sum umsøkjarin skal sameinast við, skal forsyrgja umsøkjaranum. Hvussu ímyndar mann sær, at hetta skal fungera? Tað er nokkso ógjørligt at klára seg við einari inntøku í dag, hvussu kann mann so sum landsmyndugleiki nokta fólki at arbeiða?
Lat okkum hyggja at einum dømi:
Bojan ynskir at fáa konu sína, Sara, til Føroyar. Hann kom til Føroya fyri 2 árum síðan og trívist væl. So væl at hann fegin vil hava framtíð sína í Føroyum, eins og Sara ynskir at vera saman við honum.
Men Bojan má fyrst fáa tíðaróavmarkað uppihaldsloyvi – hetta tekur minimum 3 ár og í flestu førum nógv fleiri. Afturat hesum má Bojan hava havt tíðaróavmarkað uppihaldsloyvi í trý ár, áðrenn Sara kann koma til Føroya við familjusameining.
Hetta merkir, at Bojan og Sara skulu hava eitt long-distance-relationship í minimum 6 ár.
Hvussu nógv okkara høvdu klárað hetta? Og hvat er tað, sum ger, at vit halda, at vit skulu gera slíkan mun á “teimum” og “okkum”? Hava vit ikki tosað um globalisering nú í nøkur ár? Er tað ikki við at vera uppá tíðina, at vit taka globaliseringina til okkum og royna at gloppa nakrar dyr?
Tað finst onki krav til kommunurnar um at skipa fyri málskeiðum, nakrar kommunur gera tað tó av teirra eintingum – tíbetur!
Hvussu við mentanarligari frálæru? Um vit sum tjóð ikki skjótt seta okkum mál fyri, hvat ein útlendingur skal vita um land okkara, so verður ikki leingi til at vit hava eina eins blandaða tjóð og í hinum grannalondunum, og tað havi eg varhugan av, er ikki nakað, ið føroyingar halda vera serliga gott.
Okkum vantar at fáa í lag eina veruliga integratión ella assimilatión – kalla tað hvat tú vilt. Tað týdningarmikla er, at vit læra væl og virðiliga av teimum mistøkum, ið eru gjørd í grannalondunum, og ikki endurtaka hesi.
Tað týdningarmikla er, at vit um 5-8 ár kunnu siga, at verkætlanin eydnaðist – okkara integratiónsskipan er “perfekt” og loftar øllum.
Tað vantar ein útlendingastova, sum hevur avgerðarrætt og ikki noyðist at senda umsóknir um uppihaldsloyvir og arbeiðsloyvir av landinum. Útlendingastovan á Niels Finsens gøtu viðgerð og ger viðmæli til diverse umsóknir. Udlændingeservice hevur sum kutymu at fylgja tí viðmæli, ið Útlendingastovan gevur – og nettupp orsakað av hesum undrar tað meg, at tað skal vera neyðugt at senda umsóknina til Danmarkar. Útlendingastovan hevur de facto avgerðarrættin, men hvat við at formalisera hetta?
Vit tosa um at fáa okkara lesandi heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Men hví skulu lesandi, sum í fleiri ár hava búð og livað í multietniskum býum, ynskja at koma heim aftur til einar homogenar Føroyar, har øll líkjast hvør øðrum, og ongin hvørki torir ella tímir at seta spurnartekin við, hvussu framtíðar Føroyar verða skipaðar á fremmandaøkinum? Vænta vit veruliga at kunna liva í einum serføroyskum vakuum nógv ár afturat?
Nær vitjaði tú seinast ein tilflytara? Nær bjóðaði tú síðst einum tilflytara á gátt? Og nei, tey koma ikki av sær sjálvum – eins og havnarfólk eru farin at ringja til hvør annan, áðrenn tey fara á gátt, so fer ein útlendingur heldur ikki at banka á tína hurð og biðja lova sær inn til kaffi.
Gloppa tínar dyr, kanska fært tú eina góða uppliving og ein nýggjan vin.
/tkj
Páskadag 2011