
Aorta
Eg havi so ofta ætlað mær, at fólk skulu sleppa at vita akkurát hvussu nógv og hvat eg lesi.
Góðar dagar verður kanska enntá ummæli sett inn við.
Eg minnist sjálvsagt ikki allar bøkurnar eg havi lisið, so tær koma eitt sindur hips um haps á listan…
Historien er ikke slut – Samtaler med 36 europæiske forfattere; Thomas Thurah
Samlerens Bogklub; 2000; 1. bogklubudgave, 1. oplag.
Fyri at tað ikki skal vera lygn – so klárar Thomas Thurah, sum eg annars havi stóra respekt fyri sum ummælara, at skriva eina bók við heitinum “Historien er ikke slut” og við hesi bók, geva sítt íkast til, hvat er hent í bókmentaheiminum seinastu 40-50 árini.
Millum teir 36 rithøvundarnar eru bert tveir kvinnuligir!
Kerstin Ekman og Ljudmila Petrusjevskaja eru einastu kvinnuligu rithøvundarnir, ið Thurah meinar, eiga pláss í eini munnligari bókmentasøgu, sum hann sjálvur orðar bók sína.
Tíðarskeiðið bókin fevnir um er seinna helvt av tjúgunda árhundraðinum.
Ein kann spyrja seg sjálvan, um ikki tað hevði verið rætt, í eini bók, har denturin verður lagdur á norðurevropeiskar og skandinaviskar rithøvundar, og har denturin verður lagdur á eftirkrígstíðina og tíðina við Berlinmúrinum, at eisini kvinnuligir rithøvundar fingu pláss í bókini.
Thomas Thurah sjálvur sigur beinleiðis, at bókin er sett saman sera subjektivt, út frá “afspejlede hele Europa, (…) og at konstellationen af forfattere svarede til mine personlige og naturligvis kulturbetingede interesser”.
Eg eri rættiliga vís í, at innan jura-ina, hevði mann rópt hetta “ansvarsfraskrivelse” – við hesari orðing, kann Thurah útgeva eina bók uppá 500 síður, pástanda at bókin “også inddrager litteraturens forudsætninger i den politiske, historiske og social virkelighed.”, og so allíkavæl bara skriva til sín sjálvs.
Langt ude Thurah – hvar eru kvinnurnar í eftirkrígstíðini – tær, ið bygdu Evropa upp aftur?
Tær, ið vóru ein stórur partur av studentarørsluni? Av 60-ara revolutiónini? Av menningini av Evropa eftir kríggið? Nær komu tær á arbeiðsmarknaðin? Kvinnurørslurnar? Friðargongurnar?
Hevur alt hetta ikki havt týdning fyri Evropa eisini litterert?
Jú! – og tískil siti eg og gløði niðurí hesa bókina og veit als ikki, um eg yvirhøvur skal taka hana fyri fult – ella um Thurah hevur útgivið sína dagbók!